- Tað er okkurt púra serstakt við røddini hjá Filipi, og evnini at skriva løg og at framleiða eru eisini ómetaliga góð.
Soleiðis lýsir G! Festivalurin tað nýggjasta navnið, ið við vissu skal framføra á festivalinum í juli.
Tað verður undir navninum "Alias Morera". Hetta er tónleikaverkætlanin hjá Filipi Mortensen, har hann kemur við ymiskum tilfari og eisini framførir saman við øðrum.
Filip tók fyrstu gjørt tað síðani fyrstu fetini inn á føroyska tónleikapallin við bólkinum The Story Ends. Fyrstu fetini uttanlands vóru í endadystinum í Global Battle of the Bands við Lady Fire, sum annar av tveimum í The Ghost við altjóða útgávusáttmála, og sum partur av Lover Lover, ið var landaplága her heima.
Í seinastuni hevur Alias Morera verið at hoyra í millum annað útvarpinum við staklagið Laredo. Til framførsluna á G! verður tað eftir-punk hugburður blandaður við popptónleiki, skrivar festivalurin.
Í samband við "Spæl Føroyskt-vikuna" verða fleiri føroysk nøvn leggjast komandi vikuna afturat skránni hjá G! í 2024. Onnur føroysk kunngjørd nøvn higartil eru Hamferð, Dania, Einangran, Knút og Eivør.
Les eisini: Hamferð skal spæla á G!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald