
Enn ein sprunga uppstóð í nátt við Fagradalsfjall á Reykjanesi í Íslandi. Nýggja gosopið er í millum hini opini sum komu fyrr í vikuni.
Tað var um trý tíðina í nátt, at tey á íslendsku veðurstovuni gjørdust varug við nýggju sprunguna. Einar Bessa Gestsson frá veðurstovuni sigur við Morgunblaðið, at grótbræðingin frá sprunguni floymir í Geldingardal.
Ábendingar eru um, at grótbræðing eru nærhendis yvirflatuni í økinum sunnan fyri Geldingadal og í ein landnyrðing frá útbrotinum. Hann sigur, at tað møguliga kunnu koma aðrar sprungur ella útbrot næstu dagarnar ella vikurnar. Eitt nýtt útbrot kemur uttan ávaring, og kann vera vandamikið fyri fólk í økinum.
Tað var fríggjakvøldið tann 19. mars, at tað byrjaði at goysa í Geldingadali við Fagradalsfjall. Um middagsleitið annan páskadag kom ein nýggj sprunga og á midnátt týsdagin triðja sprungan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald