Innanlands

Enn eitt gott ár hjá P/F Poul Michelsen

P/F Poul Michelsen hevði 7,3 mió.kr. í avlopi. Partaeigararnir fáa fimm milliónir krónur í vinningsbýti

2022-08-05 17:19 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

Hóast árið 2021 var eitt gott ár, er tað 2,7 mió.kr. lægri enn í metárið 2020/21. Partaeigarnarnir fáa tó 5 mió. kr. í vinningsbýti. 

Roknskaparárið hjá P/F Poul Michelsen er frá 1. mai til 30 apríl. Síðsti ársroknskapurin var framlagdur fyri aðalfundin 24.juni 2022. Talan er um móðurfelags roknskapin. 

Samlaða sølan hjá P/F Poul Michelsen var 243,2 mió.kr. í 2021/22, sum er 10,5 mió.kr. ella 4,5 prosent hægri enn árið fyri. 

[object Object]

Bruttovinngingurin í 2021/22 var 30,9 mió.kr., sum er góða hálva millión hægri enn undanfarna roknskaparárið. 

Rakstrarúrslitið áðrenn rentur og avskrivingar, eisini nevnt Ebidta., var 10 mió.kr., sum er 1,8 mió.kr. lægri enn árið fyri. Orsøkin skal serliga síggjast í, at felagið hevur økt starvsfólkakostnaðirnar úr 18,5 mió.kr. í 2020/21 til 20,8 mió.kr. í 2021/22. Samlaða starvsfólkatalið í 2021/22 var 156, sum eru 10 fleiri enn undanfarna árið. 

Ársúrslitið í 2021/22 var 7,3 mió.kr. í mun til 10 mió.kr. í 2020/21. 

P/F Poul Michelsen er væl fyri fíggjarliga. Eginognin er 86,9 mió.kr. í mun til ein samlaðan fíggjarjavna á 175,6 mió.kr. Trygdarevni hjá felagnum er tískil 49,5 prosent, sum verður mett at vera gott. 

Um hugt verður eftir samlaðu ognunum sæst, at materiell støðisogn er økt úr 70,6 mió.kr. í 2020/21 til 83,5 mió.kr. í 2021/22. Í roknskapinum er upplýst at ein tilgongd hevur verið á 13,9 mió.kr

Ogn í umferð var íalt 77,2 mió.kr. í 2021/22 sammett við 80,4 mió.kr. í 2020/21. 

Langfreistaða skuldin hjá P/F Poul Michelsen øktist úr 23,2 mió.kr. í 2020/21 til 34,9 mió.kr. í 2021/22.  

Stutfreistaða skuldin í 2021/22 var 52,7 mió.kr., í mun til 46,6 mió.kr. í 2020/21. 

Gjaldførið var rímuliga gott, har ið gjaldførislutfallið, sum er ogn í umferð í mun til stuttfreista skuld, var 134 prosent sammett við 140 prosent undanfarna árið. Tøki peningurin minkaði tó úr 9,5 mió.kr. í 2020/21 til 1,8 mió.kr. í 2021/22. 

Nevnast kann eisini, at P/F Poul Michelsen eigur døtturfeløgini: P/F PM-Pluss, P/F Kjøtbuðin og Sp/f Atlas Flutningur, sum roknskaparárið 2021/22 løgdu samanlagt 1 mió.kr. afturat inntøkunum hjá P/F Poul Michelsen. 

Samanlagt var roknskaparárið hjá P/F Poul Michelsen í 2021/22 rímuliga gott, sjálvt um árið var eitt sindur lakari enn árið fyri. Lønsemið er framvegis gott. Felagið er somuleiðis væl fyri fíggjarliga at standa ímóti framtíðar avbjóðingum. 

Eigarar av P/F Poul Michelsen sambært roknskapinum, har ið eigarar sum eiga meira enn 5 prosent eru nevndir, eru P/F PM-Holding, Poul Michelsen, NM7 Sp/f og Gunnar D. Mohr. 

Stjóri í P/F Poul Michelsen er Gunnar D. Mohr og nevndarforkvinna er Poula Michelsen.  

Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www.nira.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder