Seinastu vikurar hava gingið væl við fáum COVID-19 smittutilburðum, og í gjár boðaði løgmaður frá, at samfelagið kann fara uppaftur í ferð. Hetta merkir sostatt, at enn fleiri stovnar hjá Klaksvíkar kommuna kunnu fara í gongd aftur, sigur Klaksvíkar kommuna.
Ætlanin er tí gjørd um, at enn fleiri stovnar í kommununi lata upp aftur í komandi viku.
Mánadagin 4. mai verða hesar broytingar:
Barnatannrøktin letur upp
Tó verður arbeiðið skipað í mun til tilmælini frá heilsumyndugleikunum, og merkir tað ymiskar tillagingar á stovnunum.
Miðlan letur upp
Avgreiðslan í Klaksvíkar kommunu letur upp. Opið er frá kl. 10.00 til kl. 16.00.
Býarbussarnar koyra aftur
Mánadagin 4. mai fara býarbussarnir aftur í koyring. Tó koyrir Serflutningstænastan hjá Klaksvíkar kommunu ikki aftur fyrr enn 11. mai.
Klaksvíkar bókasavn
Klaksvíkar bókasavn letur upp. Opið er mánadag til fríggjadag frá kl. 13.00 til 18.00 og leygardag frá kl. 10.00 til 13.00.
Klaksvíkar Svimjihøll
Arbeitt verður saman við koronavegleiðingini um, hvussu og nær latast kann upp aftur.
Ítróttarhallirnar lata upp
Innandurafótbólturin kann byrja aftur 4. mai. Tó eru umklæðingarhølini ikki opin.
Kvøldskúlin
Arbeiðið á kvøldskúlanum verður skipað í mun til tilmælini frá heilsumyndugleikunum, og merkir tað ymiskar tillagingar.
Tónlistaskúlin
Arbeiðið á tónlistaskúlanum verður skipað í mun til tilmælini frá heilsumyndugleikunum, og merkir tað ymiskar tillagingar á stovnunum.
Eldraøkið
Norðoya Bú- og Heimatænasta er, í tøttum samstarvi við Koronaráðgevingina og hinum eldrasamstørvunum, í gongd við at samskipa, hvussu eldraøkið stigvíst kann latast upp aftur, soleiðis at tey eldru á búeindunum aftur kunnu fáa vitjan av sínum kæru og ein meira innihaldsríkan gerandisdag.
Somuleiðis verður ætlan løgd fyri umlættingum, samdøgurðsrehabiliteringum, venjingum og dagtilboðum annars.
Nærri verður at frætta um hetta eftir 8. mai.
Dagstovnaøkið
Fyri dagstovnar, dagrøktina og frítíðarskúlan er tilmeldingarskipanin fyri komandi viku (viku 19) galdandi. Nýggj kunning viðvíkjandi viku 20 verður send fyrst í komandi viku.
Snjallabjalla
Tilmeldingarskipanin fyri komandi viku (vika 19) galdandi. Nýggj kunning viðvíkjandi viku 20 verður send fyrst í komandi viku.
Húsið
Húsið letur ikki upp fyribils, men arbeitt verður saman við koronavegleiðingini um, hvussu og nær Húsið aftur kann lata upp.
Øll starvsfólk hjá Klaksvíkar kommunu koma aftur til arbeiðis
Við nøkrum undantøkum arbeiða starvsfólk aftur á sínum vanliga arbeiðsstaði. Starvsfólk, ið ikki hava møguleika at møta á sínum vanliga arbeiðsstaði, mugu gera avtalu við sín leiðara um, hvussu arbeiðið verður skipað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald