Ein grindabólkur á 200 hval gjørdi í gjár landgongd á eini strond á vestursíðuni av avstralsku oynni Tasmania.
Sostatt er talið á strandaðum grindahvalum í økinum komið upp á 470 seinastu dagarnar. Talan er sostatt um størstu landgongdina av slíkum slag nakrantíð í Avstralia, skrivar Reuters.
Les eisini: Næstan 300 hvalir gjørt landgongd í Tasmania
Teir fyrstu 270 hvalirnir vórðu funnin mánadagin, og síðan hevur ein roynd verið gjørd at bjarga hvalunum útaftur. Tað var í hesi royndini, at funnið varð fram til hin stóra bólkin av vilstum grindahvalum. Flestu teirra verða hildnir at vera deyðir.
- Hvalirnir síggja ikki út til at vera í eini støðu, sum krevur eitt bjargingarátak, staðfestir Nic Deka, økisleiðari fyri náttúrumyndugleikarnar í Tasmania.
- Flestu teirra eru helst deyðir. Kunnu teir bjargast, so royna vit at gera tað, leggur hann afturat.
Granskarar kunnu ikki geva eina orsøk til, at hvalir í so stórum tali gera landgongd, skrivar Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald