Innanlands

Enn ikki greitt hví eldur kom í

Eldurin kyknaði um sama mundi, sum oljufýringin í bussinum var sett til at tendra, sigur stjórin í Rasmussen Bussar, sum eigur bussin

Skaðin var stórur (Mynd: Dávid Hentze)

Skaðin var stórur (Mynd: Dávid Hentze)

2021-07-14 15:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Enn er ikki greitt, hví eldur kom í ein buss við Karlamagnusarbreyt í Hoyvík tíðliga í morgun, men eldurin kyknaði um sama mundi, sum oljufýringin í bussinum var sett til at tendra, og hildið verður, at tað er tað, sum var orsøkin.

Tað sigur Rasmus Rasmussen, stjóri í Rasmussen Bussar, sum eigur bussin, sum koyrir við Bygdaleiðum.

Talan er um ein rættiliga nýggjan buss, sigur hann við Útvarpið.

Eingin fólkaskaði stóðst av eldinum, men materielli skaðin var stórur. Eldur kom eisini í ein lastbil, sum stóð parkeraður beint við bussin.

Sí eisini: Eldur í bussi í morgun

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder