Uttanlands

Enska kongshúsið: Philip prinsur longu aftur handan róðrið

Philip prinsur er sæddur koyra ein Land Rover bert tveir dagar eftir ferðsluóhapp

Philip prinsur (Mynd: EPA/NEIL HALL)

Philip prinsur (Mynd: EPA/NEIL HALL)

2019-01-19 19:15 Author image
Elisa Vang
placeholder

Philip prinsur er sæddur koyra bil bert 48 tímar eftir ein samanstoyt uttanfyri Sandringham Estate. Tað skrivar The Mirror á heimasíðuna. 

Land Rover-bilurin, sum 97 ára gamli Philip prinsur koyrdi, stoytti fyri tveimum døgum síðani saman við ein Ford Ka. Í mótkoyrandi bilinum vóru tvær kvinnur og eitt smábarn. 48 ára gamla kvinnan, sum koyrdi bilin, fekk knæskaða. Hin kvinnan breyt handliðið. Níggju mánaðar gamla smábarnið slapp undan hendingini óløstað.

 

Les meira HER

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder