At føroyska veðrið er skiftandi, vita vit. Men hvussu er við varandi veðurlagsbroytingum í Føroyum? Síggjast broytingar í veðurlagnum á okkara leiðum? Hvørjar kanningar og mátingar hava vit, sum kunnu vísa okkum hetta?
Í eina tíð hava umboð fyri føroyskar almennar stovnar hitst at umrøða vitan um føroyska veðurlagið. Eitt endamál hevur verið at fyrireika eitt tiltak, har vitan um veðurlag verður løgd fram.
Á veðurlagsdegnum verða dátur og kanningar, sum stovnarnir varða av, løgd fram og umrøtt verður í hvønn mun tað ber til at staðfesta veðurlagsbroytingar í Føroyum.
Veðurlagsdagurin 2024 verður á Hotel Hafnia 19. mars, kl. 13-17.15. Tiltakið er alment og ókeypis, tó krevst tilmelding. Tiltakið er tó longu fult teknað.
Fyriskipararnir av degnum eru Veðurstova Føroya, Havstovan, Umhvørvisstovan, Landsverk, Tjóðsavnið, Jarðfeingi og Hagstovan.
Skrá
Kl. | Evni | Navn |
13:00 | Vælkomin | Ingilín D. Strøm landsstýriskvinna í umhvørvismálum |
13:05 | Innleiðing Um veðurlagsdagin og um týdning av dátum og tíðarrøðum. | Sigurð í Jákupsstovu stjóri Umhvørvisstovan |
13:10 | Almenn hagtøl um veðurlagsbroytingar Hvat skulu vit vita um veðurlagið? | Jógvan Bærentsen hagfrøðingur Hagstovan |
13:30 | Fráboðan til ST-sáttmálan um veðurlag Hvat verður fráboðað? | Maria Gunnleivsdóttir Hansen lívfrøðingur Umhvørvisstovan |
VEÐURTØL | ||
13:35 | Veðurstova Føroya, ein tænasta í menning Status og ætlanir frameftir. Hvørjar mátingar og teldumyndlar hava vit og hvørji átøk liggja fyri framman? | Bárður A. Niclasen deildarleiðari Veðurstova Føroya |
13:45 | The Faroe Islands – a climate tale Historical overview of DMI Climate data The Faroe Islands. The changing climate globally with a link to the Faroe Islands. | John Cappelen veðurfrøðingur |
14:25 | Vindatlas fyri Føroyar Ætlanir um at framleiða eitt vindatlas fyri Føroyar. Hvat er áður gjørt, hvat manglar, og hvussu kann hetta gerast? | Turið Poulsen veðurfrøðingur Veðurstova Føroya |
14:35 | STEÐGUR | |
Á SJÓNUM | ||
14:50 | Flóð- og fjørumátingar Um mátingar og tøl hjá Landsverki. | Sølvi Sjúrðarson forritari Landsverk |
15:00 | Vatnstøðubroytingar kring Føroyar Broytingar á opnum havi síðan 1993 sambært fylgisveinamátingum. Føroyska økið samanborið við globalt miðal og forsagnir. | Bogi Hansen havfrøðingur Havstovan |
15:20 | Tyngdarmátingar sum amboð at fylgja einum skiftandi veðurlagi Hvat kunnu broytingar í tyngdarfeltinum siga okkum um skiftandi vatnstøðu í Føroyum og heiminum annars? | Hergeir Teitsson phD lesandi Danmarks Tekniske Universitet |
15:40 | Tíðarseriur í føroyskum sjógvi Um rák, hita og saltinnihald. Hvør er orsøkin til broytingarnar, sum mátingarnar vísa? | Karin Margretha Húsgarð Larsen deildarleiðari Havstovan |
16:00 | STEÐGUR | |
Á LANDI | ||
16:15 | Veðurlagsbroytingar og havsediment Hvussu avlesa vit veðurlagsbroytingar í sedimentum á havbotninum? | Barbara Biskopstøð jarðfrøðingur Jarðfeingi Lis Mortensen náttúrulandafrøðingur Jarðfeingi |
16:30 | Omanlop í Føroyum Um at skráseta skriðulop og onnur omanlop við vegir. | Ási Mikkelsen tekniskur leiðari Landsverk |
16:45 | Verkætlan um føroyskar skriður Modellering útfrá fylgisveinamyndum. | Anton Grønfeld Wille og Gustav Launtoft geografilesandi Københavns Universitet |
SAMANUMTØKA | ||
17:05 | Við støði í dagsins framløgum, verður tikið samanum. Er føroyska veðurlagið broytt? | Marita Rasmussen stjóri Havstovan |
17:15 | Endi |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald