Innanlands

Løgreglan: Tryggið tykkum, at ljósini á bilinum eru í ordan

Tveir bilførarar fingu bót fyri at koyra við brostnum perum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-11-27 09:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð løgreglan úti og kannaði ferðsluna í Vágum, og í hesum sambandi vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra við ljósum, sum ikki lýstu.

Í báðum førum var talan um tvær brostnar perur, og tað fáa teir 1.000 krónur í bót fyri.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at hetta er ein afturvendandi trupulleiki, nú tað er blivið myrkt, og verður heitt á fólk um at fáa hetta í rættlag.

Umframt teir áðurnevndu bilførararnir varð ein eisini tikin fyri at koyra uttan trygdarbelti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder