Innanlands

Er nú skuldsettur fyri dronuflúgving uttan loyvi

Løgreglan legði hald á dronuna - henda avgerð er kærd og verður væntandi viðgjørd í rættinum í dag

(Mynd: Pól Sundskarð)

(Mynd: Pól Sundskarð)

2021-08-11 09:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Maðurin, sum í gjár hevði fjalt seg einastaðni undir Valaknúkum fyri at dokumentera grindadrápið í Skálafirði við dronu, er skuldsettur fyri at hava flogið dronu uttan neyðugu loyvini.

Portalurin skrivaði í gjár um, at løgreglan hevði funnið fram til mannin, ið tyktist fjala seg meðan hann fleyg dronuna.

Les: Løgreglan í hagan eftir dronuførara 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini váttar í morgun, at maðurin nú er skuldsettur fyri at flúgva við dronu uttan loyvi.

Tað eru í lóggávuni greiðar reglur um, hvar tað er loyvt at flúgva við dronu. Eitt nú er ikki loyvt at flúgva yvir bygdum øki, og tað skal eisini haldast ein ávís frástøða frá vegakervinum.

Um ein skal flúgva her, skal søkjast um serligt loyvi frá Trafikstyrelsen, og endamálið við flúgvingini skal í útgangsstøði vera vinnuligt, upplýsir vakthavandi.

Løgreglufólkini, sum funnu fram til mannin undir grindadrápinum í gjár, staðfestu, at maðurin ikki hevði neyðugu loyvini, og maðurin varð tí skuldsettur.

- Sum vanligt er í slíkum føri, varð eisini hald lagt á útgerðina, sum lógarbrotið varð framt við, staðfestir vaktleiðarin.

Maðurin vildi ikki góðtaka, at hald varð lagt á útgerðina, og hevur tí kært hesa avgerðina. Tí verður væntandi ein rættarfundur í dag um henda spurningin.

Vaktleiðarin váttar fyri Portalinum, at skuldsetti er útlendingur, og at tað er sami maður – ein norðurlendingur – sum fyrr hevur gjørt vart við seg í sambandi við grindadráp.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder