ES eigur at lata upp fyri, at Turkaland kann gerast limur, áðrenn turkiska tjóðartingið kann góðkenna svensku umbønina um Nato-limaskap.
Tað segði turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan á tíðindafundi í Istanbul, áðrenn hann fór av stað til litavska høvuðsstaðin Vilnius í dag, har Nato-toppfundur verður týsdagin og mikudagin.
– Nærum allir Nato-limir eru ES-limir. Hesi londini skal eg tosa við, sum hava latið Turkaland bíða í yvir 50 ár, og eg skal tosa við tey aftur í Vilnius, sigur hann sambært Ritzau.
– Fyrst má ES slóða fyri Turkalandi, og hareftir kunnu vit slóða fyri Svøríki í Nato, eins og vit gjørdu við Finnlandi.
Turkaland søkti í 1987 um limaskap EF, Evropeiska Felagsmarknaðinum, sum seinni gjørdist Evropasamveldið, stytt ES. Í 1999 varð Turkaland viðurkent sum kandidatland, og í 2005 byrjaðu formligu samráðingarnar um limaskap. Men síðan 2016 hava samráðingarnar staðið í Stað orsakað av evropeiskari stúran um mannarættindastøðuna í Turkalandi.
Svøríki og Finnland søktu um limaskap í Nato á vári í fjør í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina, og í apríl gjørdist Finnland limur, meðan Svøríki enn má bíða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald