Svøríki skal ikki gera sær nakra vónir um, at Turkaland fer at stuðla landinum í at gerast limur í Nato, sigur turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan.
Hendan fráboðanin kemur fáar dagar eftir, at Rasmus Paludan, formaður í danska politiska flokkinum Stram Kurs, fekk loyvi at brenna eina koran frammanfyri turkisku sendistovuni í Stockholm leygardagin, sama dag sum eitt kurdiskt mótmæli var í svenska høvuðsstaðnum. Hetta hevur skapt øsing í Turkalandi og fleiri øðrum muslimskum londum.
Les eisini: Brendu svenskt flagg í Istanbul
– Tey, sum loyva slíkari gudsspottan frammfyri okkara sendistovu skulu ikki longur vænta okkara undirtøku fyri teirra Nato-limaskapi, sigur hann sambært Ritzau.
Frammanundan hevði Turkaland eisini avlýst eina vitjan hjá svenska verjumálaráðharranum, sum nevniliga skuldi snúgva seg um Nato.
Í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina, hava Svøríki og Finnland søkt um at gerast limir í Nato, og skulu londini sleppa uppí felagsskapin krevst undirtøka frá øllum teimum 30 núverandi limalondunum. Tað eru nú bert Ungarn og Turkaland, sum mangla at góðkenna teirra limaskap, og Ungarn hevur boðað frá, at landið fer at gera hetta í næsta mánað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald