Í farnu viku boðaði turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan frá, at Turkaland ikki kundi taka undir við at loyva Svøríki uppí Nato, eftir at myndugleikarnir í Svøríki høvdu loyvt Rasmus Paludan at brenna eina koran frammanfyri turkisku sendistovuni í Stockholm, men helst kunnu turkar góðtaka, at finnar sleppa við, sigur hann nú.
Tað var í mai í fjør, at Svøríki og Finnland formliga søktu um at gerast limir í verjusamgonguni í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina, og í juli fóru hesi bæði norðurlondini so undir tilgongdina at gerast limir.
Bert tvey av teimum 30 núverandi limalondunum – Ungarn og Turkaland – mangla at góðkenna limaskapin hjá Finnlandi og Svøríki, men Ungarn væntast at fara undir hetta í februar.
Erdogan, sum áður hevur verið ímóti at loyva teimum uppí verjusamgonguna, tí londini, sambært turkum, hava stuðlað kurdiskum yvirgangsfelagsskapum, sigur nú, at turkar kunnu góðtaka, at finnar sleppa uppí Nato, men ikki sviar.
– Um neyðugt, kunnu vit geva Finnlandi eitt annað svar. Svøríki verður skelkað, tá vit geva Finnlandi eitt annað svar, sigur hann sambært Ritzau.
Ætlanin hjá Finnlandi og Svøríki var at fara uppí Nato saman, og tað er framvegis ynskið hjá finnum, hóast finski uttanríkismálaráðharrin, Pekka Haavisto, hevur ásannað, at Finnland kann verða noytt at gera tað uttan Svøríki.
Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg segði leygardagin, at hann framvegis roknaði við, at tað fór at eydnast svium at sleppa uppí Nato, men spurningurin er bara nær.
Haavisto sigur, at hann framvegis heldur, at Finnland, Svøríki og Turkaland skulu halda fram at samráðast fyri at loysa trupulleikan, og Svøríki og Finnland fara at hittast í seinasta lagi hósdagin.
Tá fer finski forsætisráðharrin, Sanna Marin til Stockholm at hitta Ulf Kristersson, forsætisráðharra í Svøríki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald