Tað er ein trupulleiki, at Turkaland aftrar seg við at góðkenna svenskan Nato-limaskap, tí myndugleikarnir ikki forðaðu Rasmus Paludan í at brenna eina koran frammanfyri turkisku sendistovuni í Stockholm farna vikuskifti.
Tað sigur Nato-aðalskrivarin Jens Stoltenberg.
Men hann er tó framvegis sannførdur um, at Svøríki og Finnland fara at sleppa uppí verjusamgonguna. Spurningurin er bara, nær hetta verður, sigur hann.
– Tað verður ein fyrimunur fyri Nato, eisini fyri Turkaland, at vit fáa Svøríki og Finnland sum limir, sigur hann í samrøðu við NRK.
Stoltenberg vísir m.a. á, at londini longu eru boðin við í felagsskapin, og kunnu tey longu luttaka á Nato-fundum. Hann undirstrikar, at Svøríki og Finnland eru í einari nógv betri trygdarpolitiskari støðu nú, enn tá tey í fjør søktu um limaskap.
Hetta hevur eisini verið skjótasta innlimanartilgongdin í søguni hjá Nato, tí vanliga tekur tað londum fleiri ár.
Tað var 5. juli í fjør, at boðað varð frá, at øll Nato-limalondini høvdu undirskrivað protokollina um innliman, og eftir hetta varð farið undir at góðkenna limaskapin í teimum einstøku limalondunum. Umframt Turkaland, manglar bert Ungarn at góðkenna limaskapin hjá Svøríki og Finnlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald