Innanlands

Erla Kongsdóttir byrjar aftur at sigla seinnapartin

Strandferðslan skrivar, at avloysaraskipið - ið fekk tekniskar trupulleikar - fer av Klaksvík aftur klokkan 14.50

Mynd: Bjartur Vest

Mynd: Bjartur Vest

2022-09-06 13:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár fór Erla Kongsdóttir í sigling á Kalsoyarleiðini fyri Sam, ið nú er á beding.

Tað gekk tó ikki long tíð, til Erla Kongsdóttir fekk tekniskar trupulleikar, og tí hevur Tjørnunes, ið bert tekur 12 fólk, røkt siglingina um Kalsoyarfjørð í dag.

Les meira: Erla Kongsdóttir hevur tekniskar trupulleikar

Óskil valdar, sambært Norðlýsinum, men ssl.fo skrivaði fyri løtu síðani, at Erla Kongsdóttir byrjar aftur í sigling á leið 56 klokkan 14:50, tá siglt verður úr Klaksvík.

Siglt verður sambært ferðaætlanini.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder