Innanlands

Eru nú komin uppum 250.000 koronukanningar í Føroyum

329 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og uppá undir 14 mánaðir er talan um samanlagt ein fjórðing av einari millión av slíkum. Tvey fólk eru smittaði við koronu í løtuni

Tað verða ikki gjørdar eins nógvar kanningar í miðal, sum tá nógvir smittutilburðir vóru (Mynd: Jens Kr. Vang)

Tað verða ikki gjørdar eins nógvar kanningar í miðal, sum tá nógvir smittutilburðir vóru (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-04-22 12:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fáir tilburðir av koronu hava verið í Føroyum í 2021, og tað eru beint undir tríggir mánaðir síðani, at nakað varð smittaður í landinum. Teir níggju tilburðirnir, ið hava verið síðani, hava allir verið staðfestir hjá persónum, ið heilt stutt framaundan eru komnir til landið.

Talið av kanningum er sjálvdan heilt høgt, men til dømis 31. mars vórðu 787 koronukanningar gjørdar. Hetta er nakað frá tí, sum vit sóu í august í fjør, tá ein onnur bylgja rakti eftir Ólavsøku. 7. august vórðu heili 4.882 kanningar gjørdar í Føroyum, og tað er met.

Slíkar hæddir fara vit helst ongantíð at raka aftur, men tað hevur viðført at talið av koronukanningum samanlagt er sera høgt fyri eitt so lítið land. Fyrsti koronutilburðurin varð staðfestur fyrst í mars í fjør, og nú eru samanlagt 250.074 kanningar gjørdar í Føroyum. Hetta skrivaði corona.fo fyrrapartin, í samband við at 329 kanningar vórðu gjørdar í gjár. 

Hetta eru í miðal yvir 17.000 kanningar um mánaðin. At tað hevur verið møguligt til at kanna so nógv í Føroyum hevur verið við til at finna smittu skjótari, og sambært serfrøðingunum og teimum sum hava staðið á odda, so hevur tað gjørt ógvuliga stóran mun í mun til at berja niður smittuketur. Fjórðingsmilliónin av kanningum hevur tó eisini kostað landinum og einstøkum persónum.

Tað eru tvey fólk, sum í løtuni eru smittaði.




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder