Tíggju ES-lond hava gjørt avtalu um at taka ímóti 400 einsamøllum ómyndugum børnum og ungum frá niðurbrendu ovurfyltu Moria flóttafólkaleguni á griksku oynni Lesbos.
Hetta váttar týski innanríkisráðharrin, Horst Seehofer, á einum tíðindafundi saman við ES-nevndarliminum fyri fólkaferðing, Margaritis Schinas.
Mikunáttina brendi Moria-legan í grund.
Les: Flóttafólkalega á Lesbos niðurbrend
Legan er ætlað 3.000 fólkum, men millum 12.000 og 13.000 fólk vórðu í leguni tá eldsbrunin var.
Týskland og Frakland taka ímóti teimum flestu av teimum 400 børnunum, sigur Seehofer.
Hesi stóru ES-londini taka millum 100 og 150 hvørt.
- Moria er ein áminning til okkum øll um, hvat vit mugu broyta í Evropa, sigur Schinas.
Grikski ES-nevndarlimurin sigur, at ES-nevndin 30. september fer at leggja fram eitt uppskot um nýggjan politikk fyri flóttafólkaøkið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald