Uttanlands

Flóttafólkalega á Lesbos niðurbrend

Umstøðurnar hjá teumum túsundtals flóttunum í leguni Moria eru farnar frá ringum til verri

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-09-09 16:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Grikska oyggin Lesbos, nærhendis turkisku strondini, vaknaði í morgun til royk og neyð. Flóttafólkalegan Moria var í nátt rakt av ógvusligum eldsbruna.

Enn er einki frætt um, hvussu nógv hava fingið skaða ella eru deyð í eldsbrunanum, skrivar finska kringvarpið YLE.

Eldsbrunin í ovurfyltu flóttafólkaleguni byrjaði nakað eftir midnátt.

Í morgun var stórur partur av leguni Moria bert rúkandi leivdir av brendum bingjum og tjøldum. Fólkini ringu og leitaðu eftir ognum í leivdunum.

Frank Johansson, leiðari á finsku deildini hjá Amnesty International sigur við YLE, at flóttafólkalegan seinastu tíðina hevur verið eins og ein bumba, sum kundi bresta hvørja løtu. Millum 12.000 og 13.000 fólk í einu legu, ið er ætlað til nøkur fá túsund fólk. Reinførisumstøðurnar eru úti av lagið.

- Vit hava sæð myndir har alt er niðurbrent, og vit vita, at yvir 12.000 fólk búgva har – fleiri teirra børn – og tey eiga einki, sigur Frank Johansson og vísir á, at mannarættinda- og hjálparfelagsskapir í fleiri ár hava víst á trupulleikarnar á ovurfyltu leguni.

Og nú ger korona umstøðurnar nógv verri.

Illgruni um at eldurin er ásettur
Fleiri túsund íbúgvar í leguni flýddu meðan eldurin herjaði í nátt. Tey leitaðu sær niðan í fjøllini og móti havnarbýnum Mytilena.

Svenska sjónvarpið veit at siga, at so at siga øll flóttafólkalegan er niðurbrend, og fólkini harinni hava mist alt, tey áttu.

Eitt talsfólk fyri griksku myndugleikarnar sigur, at ætlanin er at lýsa kreppustøðu á oynni. Eisini verður upplýst, at servand løgreglulið verða send úr Grikkalandi til Lesbos.

Talsfólkið segði eisini, at myndugleikarnir nú kanna umstøðurnar og illgrunan um, at eldurin var ásettur.

Rakt av korona
Moria var harumframt rakt av korona í farnu viku, og serligar avbyrgingarreglur vórðu settar í gildi.

Sambært griksku ANA tíðindastovuni kyknaði eldurin eftir at íbúgvarnir høvdu mótmælt at fólk skuldu tvingast í sóttarhald.

Griksku myndugleikarnir hava ikki váttað hesi tíðindi. Men tey upplýsa, at sløkkiliðsfólkini vórðu forðað í at útinna teirra uppgávu, tá tey komu til brennandi leguna.

Hjálparfelagsskapir hava víst á, at ómøguligt er at lúka krøvini um frástøðu og reinføri so sum umstøðurnar eru í yvirfyltu leguni.

Uppgávan er nú at hýsa øllum teimum, ið ongastaðni hava at vera, samstundis sum uppgávan at forða smittuspjaðing tykist ovurstór, skrivar yle.fi.

Lesbos var miðdepil tá flóttafólk í hópatali leitaðu sær til Evropa í 2015-16. Fleiri tíggjutúsund flóttar úr Sýria og Irak leitaðu sær til oynna beint út fyri turkisku strondina.

Tað eru framvegis fleiri hundrað einsamøll børn og tannáringar í Moria-leguni.

Skøkjulevnaður, kynsligur ágangur, horvin børn, rúsevnatrupulleikar og bardagar hoyra til gerandisdagin í Moria. Nógv dømi eru um íbúgvar, ið eru stungnir til deyðis í leguni ella eru deyð í brennandi tjøldum. Eisini eru sera nógvir tilburðir av sjálvmorði millum íbúgvarnar á leguni, skrivar yle.fi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder