Innanlands

ES stuðlar koronaraktum við 276 millardum krónum

Ein søguliga stórur meiriluti atkvøddi í gjár fyri einum søguliga stórum hjálparpakka

Charles Michel, forseti í ES-ráðnum, hevur tíðindafund eftir videofundin í gjár, har avgerðin varð tikin (Mynd: EPA)

Charles Michel, forseti í ES-ráðnum, hevur tíðindafund eftir videofundin í gjár, har avgerðin varð tikin (Mynd: EPA)

2020-03-27 09:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

ES-tingið samtykti í gjár, at 37 millardir evrur - tað er áleið 276 milliardir dollarar, skulu gerast tøk til borgarar, øki og lond, ið stríðast ímóti koronavirusinum. 

Tað er ikki heilt greitt, júst hvussu hetta verður deilt út, men tað eru tey, ið eru harðast rakt, ið fáa fyrst og mest hjálp. 

Tað var á einum videofundi millum leiðararnar í ES-londunum, at hendan avgerðin var tikin, og sambært danska TV2 var talan um ein søguliga stóran meiriliuta

Evropa er sera hart rakt av koronavirusinum. Italia var leingi landið, har støðan var greitt tann ringasta, men í Spania og Frakland er líknandi støða nú.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder