Innanlands

ES-tingið setir øðrvísi atkvøðutreiðslu í gildi

Tinglimirnir fara í dag at seta korona-tiltøk í verk við at atkvøða umvegis teldupost

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-03-26 09:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

ES-tingið er kallað til bráfeingis fund í dag at taka støðu til serlig tiltøk orsaka av koronavirussinum.

Men hetta verður ein øðrvísi fundur enn valigt. Fyri fyrstu ferð skulu ES-tinglimirnir taka støðu til mál uttan at vera til staðar í tingsalinum, men skulu atkvøða við telduposti.

Vanliga skulu tinglimirnir vera til staðar fyri at kunna greiða atkvøðu tá ES-tingið hittist í Strasbourg ella Brússel. Men koronafarsóttin hevur broytt arbeiðsháttin í ES-tinginum nógv.

Longu 10. mars valdi David Sassoli, ES-tingformaður, at avlýsa flestu av tiltøkunum í tinginum í mars mánaði.

Fjaratkvøðugreiðslan í dag gongur soleiðis fyri seg, at ES-tinglimirnir fáa ein atkvøðuseðil sendandi við telduposti.

Her skulu tey greiða atkvøðu við undirskrift, sum tey síðan skanna og senda aftur til tingið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder