Uttanríkisministararnir í ES skulu í dag tingast um, hvussu tey skulu handfara dronuálopið á Leipzig/Halle flogføllin í Týsklandi í farna mánaði.
Tað segði uttanríkisovastin í ES, Kaja Kallas, á veg inn á óformella sokallaða Gymnich uttanríkisfundin í Dublin fyrr í dag.
- Tað er greitt, at álopið í Leipzig vísir øll tekin um, at talan er um statsfíggjaðan yvirgang. Spurningurin er, hvat vit skulu gera við tað, segði Kajal Kallas.
Russiska sendifólkið er innkallað til álvarsliga samrøðu eftir álopið, sum verður mett at vera ein øking av tí, ið verður lýst sum eitt slag av russiskum hybridkríggi móti ES-londunum, sum stuðla Ukraina.
- Í dag skulu vit tosa um, hvat vit kunnu gera. Vit eru longu í holt við at seta 1.600 persónar og eindir í russiska hernaðarleiðsluni á revsilistan. Kansku skulu vit seta enn fleiri á henda listan.
- Vit skulu ikki taka nakra støðu í dag, tí talan er um ein óformellan fund, men nakað vit skulu kjakast um, segði Kaja Kallas, sambært Ritzau.
Fundurin verður hildin í Írlandi, sum í løtuni hevur formansskapin í ES. Ikki einans ES-londini eru umboðað á fundinum - eisini Ukraina, Bretland, Kanada, Noreg, Ísland og Sveis eru til staðar.
Írska uttanríkisráðkvinnan, Helen McEntee, segði á veg inn á fundin, at Týskland hevur fullan stuðul millum ES-londini, eftir at ES í gjár staðfesti, at tað var Russland, sum framdi dronuálopið á Leipzig.
Les eisini: Drona við spreingievni funnin nærhendis týskari floghavn
- Vit tosa ikki longur um hybridar hóttanir einans. Vit tosa um veruligt virksemi. Tí skulu vit ikki bert tosa um, hvussu vit framhaldandi stuðla Ukraina og leggja trýst á Russland, men eisini, hvussu við svara hesum tiltøkum aftur, segði Helen McEntee.
Hon metir, at dronuálopið var ein roynd frá russiskari síðu at skapa ótta og spjaða londini og borgararnar í ES.
- Vit skulu ikki lata okkum spjaða av hesum. Vit skulu senda signal um, at vit standa fast um okkara stuðul til Ukraina, at vit stuðla Týsklandi fult út og at vit verja okkara borgarar, segði Helen McEntee.
Týski uttanríkisráðharrin, Johann Wadephul, segði á veg inn á fundin, at onnur ES-lond hava víst sín stuðul, eftir at Týsklandi gjár skuldsetti Russland fyri at eiga ábyrgdina av álopinum.
- Russland skal vita, at ein herðarlig loysn – eisini við hybridum tólum – ikki er vegurin fram.
- Vit skulu senda ein greiðan boðskap um samanhald og framhaldandi stuðul til Ukraina, segði Johann Wadepuhl, sambært Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald