Innanlands

ES vil stuðla undir at finna koppseting

Hevur sett 20 milliardir í stuðli av til at finna eina vaksinu móti korona

(Modelmynd)

(Modelmynd)

2020-06-17 12:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

ES er sinnað at brúka 2,7 milliardir evrur – svarandi til yvir 20 milliardir krónur – til at stuðla upp til seks fyritøkur, sum kunnu arbeiða við at menna eina koppseting móti korona so skjótt sum møguligt.

Ynskið er at hava eina vaksinu innan fyri 12 til 18 mánaðir, gjarna fyrr. Hetta kom fram í nýggju koppsetingarstrategiini hjá ES-nevndini, sum varð kunngjørd í dag, skrivar jp.dk.

Forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, heldur at tað er av tydningi, at ES-londini standa saman fyri at menna eina koppseting.

- Evropa er á veg út úr kreppuni. Men okkara búskapir koma ikki í fulla gongd aftur fyrr enn vit hava eina góða og trygga koppseting móti hesum virusinum, segði sigur hon.

Pengarnir, ið játtaðir eru, verða latnir til lovandi verkætlanir, ið eru komnar so mikið langt, at klárt er at fara undir veruligar starvsstovuroyndir.

Fyritøkur, sum einans virka í USA, koma ikki upp á tal, hava ES-diplomatar sagt. Hetta tí, at signal eru komin úr USA um, at landið ikki vil loyva fyritøkum at selja vaksinur víðari, fyrr enn koppsetingartørvurin innanlands í USA er nøktaður.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder