Uttanlands

Estland: Ukraina eigur at gerast limur í Nato

- eisini um tað merkir, at ukrainar mugu geva russum Donbas.

Martin Herem, verjumálaráðharri í Estlandi (Mynd: Nicolas Tucat/AFP/Ritzau Scanpix)

Martin Herem, verjumálaráðharri í Estlandi (Mynd: Nicolas Tucat/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-11-18 15:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ukraina eigur at játta at geva Donbas-økið frá sær afturfyri Nato-limaskap sum partur av einari friðaravtalu við Russland.

Tað sigur Martin Herem, verjumálaráðharri í Estlandi, eftir at USA er komið við uppskotinum.

Tað var um vikuskiftið, at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj boðaði frá, at USA hevði spurt, um ukrainar vóru sinnaðir at lata frá sær Donbas-økið, um landið afturfyri verður partur av verjusamgonguni Nato.

Les eisini: Nato-limaskap afturfyri Donbas?

Herem sigur, sambært Ritzau, at Ukraina eigur at gerast partur av Nato, eisini um tað merkir, at ukrainar mugu geva russum Donbas.

Onnur ES-lond hava tó víst uppskotinum aftur. M.a. hevur danski uttanríkismálaráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, at tað ikki er rætta leiðin til frið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder