Mentan

Eurovision: 3.000 atgongumerki til ukrainskar flóttar í Stórabretlandi

Í mai fer Stórabretland at verða vertur fyri altjóða sangkappingini fyri Ukraina, sum ikki kundi hýsa kappingini orsakað av krígnum

Ukrainska Kalush Orchestra vunnu Eurovision sangkappingina í fjør (Savnsmynd)

Ukrainska Kalush Orchestra vunnu Eurovision sangkappingina í fjør (Savnsmynd)

2023-02-26 14:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bretska stjórnin boðar frá, at 3.000 atgongumerki til Eurovision í Liverpool verða tøk hjá ukrainskum flóttafolkum í Stórabretlandi. Eisini letur stjórnin 10 milliónir pund (uml. 84 milliónir krónur) til fíggingina av Eurovision-tiltakinum.

Í mai verður altjóða Eurovision sangkappingin hildin í enska býnum Liverpool. Tað var Ukraina, sum í kappingini í fjør vann rættin til at vera vertur fyri næstu kappingini, men orsakað av krígnum í landinum, fekk Stórabretland, sum gjørdist nummar tvey, møguleika at skipa fyri kappingini í staðin.

_ Hetta merkir, at túsundatals atgongumerki verða latin teimum, sum rýma undan kríggi, so tey kunnu luttaka í einum tiltaki, sum heiðrar heimland teirra, sigur bretski mentamálaráðharrin, Lucy Frazer sambært Reuters.

Hon leggur afturat, at tað er ein heiður at sleppa at vera vertur fyri Eurovision vegna Ukraina, og fara BBC og Liverpool at tryggja, at ukrainska fólkið er miðdepil í tiltakinum.

Seinast Stórabretland var vertur fyri Eurovision var í 1998.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder