Mentan

Eurovision: Íslendskur luttakari raktur av koronu

Ein av limunum úr bólkinum Daði og Gagnamagnið, sum umboða Ísland, er smittaður við koronu, og hevur bólkurin tí avgjørt ikki at framføra beinleiðis í hálvfinaluni hóskvøldið

Bólkurin Daði og Gagnamagnið umboðar Ísland í altjóða Eurovision sangkappingini (Mynd: Eurovision.tv)

Bólkurin Daði og Gagnamagnið umboðar Ísland í altjóða Eurovision sangkappingini (Mynd: Eurovision.tv)

2021-05-19 14:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár fór ársins umfar av altjóða Eurovision sangkappingini av bakkastokki í Rotterdam. Hetta var fyrstu ferð í tvey ár, av tí at kappingin í fjør varð avlýst orsakað av koronafarsóttini.

Fyrra hálvfinalan var í gjárkvøldið – við áskoðarum, og hóast korona ikki longur var ein forðing fyri, at sangkappingin kundi haldast, hevur farsóttin kortini ávirkað sangkappingina.

Eitt, sum var eitt sindur óvanligt í gjár var, at ein av luttakarum ikki framførdi beinleiðis. Songkvinnan Montaigne, ið umboðaði Avstralia, kundi ikki møta upp í Rotterdam orsakað av strongu sóttarhaldsreglunum í Avstralia, og tí varð ein bandað framførsla víst í staðin.

Les eisini: Noreg og Svøríki í finaluni

Seinna hálvfinalan verður í morgin, og nú verður boðað frá, at Ísland heldur ikki fer at luttaka við beinleiðis framførslu í ár. Íslendska umboðið, bólkurin Daði og Gagnamagnið er nevniliga raktur av koronu.

Ein persónur úr íslendsku sendinevndini varð staðfestur positivur fyri koronu sunnudagin, og síðani hevur øll sendinevndin verið í sóttarhaldið.

Við kanning í dag varð síðani staðfest, at ein limur í bólkinum Daði og Gagnamagnið hevur koronu, meðan restin av sendinevndini varð staðfest negativ fyri koronu.

Daði og Gagnamagnið hevur tí tikið avgerð um ikki at framføra beinleiðis. Orsøkin er, at limirnir í bólkinum ynskja at framføra saman sum ein bólkur, og tað er ikki longur møguligt.

Hetta merkir tó ikki, at Ísland hevur meldað seg úr kappingini. Tá seinna hálvfinala verður í annaðkvøld, verður ein venjingarframførsla hjá bólkinum frá 13. mai víst í staðin.

Islendska sendinevndin verður verandi í sóttarhaldi, og halda heilsumyndugleikarnir eyga við teimum, skrivar heimasíðan eurovision.tv.

Daði og Gagnamagnið luttekur við sanginum "10 Years". Hoyr sangin her:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder