2023-07-08 11:10
Tað var Svøríki, sum vann ársins Eurovision sangkapping í Liverpool og harvið vann heiðurin at vera vertur fyri kappingini næsta ár, og nú er greitt, at næsta sangkappingin verður í Malmø.
Tað boðar svenska SVT frá sambært Ritzau.
Hálvfinalurnar verða 7. og 9. mai, meðan finalan verður 11. mai.
Hetta er sjeyndu ferð, at Svøríki skal vera vertur fyri Eurovision sangkappingini. Svøríki hevur fyrr vunnið kappingina í 1974, 1984, 1991, 1999, 2012, og 2015.
Malmø var eisini vertsbýur í 1992 og 2013.
Sí framførsluna hjá svenska Eurovision-vinnaranum, Loreen, niðanfyri:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald