Mentan

Eurovision-vinnari ímóti ísraelskari luttøku letur steypið innaftur

Nemo, sum í 2024 vann altjóða sangkappingina fyri Sveis, heldur ikki, at tað er í tráð við meginreglurnar hjá EBU um inklusjón, samanhald og tign at loyva Ísrael at halda fram í kappingini

Nemo úr Sveis vann Eurovision í 2024 (Mynd: EPA)

Nemo úr Sveis vann Eurovision í 2024 (Mynd: EPA)

2025-12-12 14:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nemo, sum í fjør vann altjóða Eurovision-sangkappingina fyri Sveis við lagnum "The Code" sigur seg fara at lata Eurovision-steypið innaftur.

Orsøkin er, at Nemo, hvørs fulla navn er Nemo Mettler, ikki heldur, at framhaldandi luttøkan hjá Ísrael í kappingini er í tráð við meginreglurnar hjá fyriskiparanum, European Broadcasting Union (EBU) um inklusjón, samanhald og tign.

Tað sigur Eurovision-vinnarin á Instagram.

– Framhaldandi luttøkan hjá Ísrael undir tí, sum óhefta altjóða kanningarnevndin hjá ST hevur staðfest er fólkadráp, vísir eitt greitt stríð millum hesar meginreglur og ta avgerðina, sum EBU hevur tikið.

Stjórin hjá EBU, Martin Green sigur við bretska BBC, at mann harmast um men virðir avgerðina hjá Nemo.

Ísrael hevur víst aftur, at landið fremur fólkadráp í Gazageiranum í sambandi við kríggið, sum byrjaði við álopinum hjá Hamas 7. oktober 2023. Ísraelska luttøkan í Eurovision hevur tó skapt øsing, og málið varð eisini tikið upp av EBU fyrr í hesum mánaðinum. Avgjørt var, at Ísrael kann halda fram í kappingini.

Niðurlond, Írland, Spania, Slovenia og herfyri eisini Ísland, hava boðað frá, at tey fara at boykotta Eurovision, um Ísrael er við.

Onnur lond, m.a. Týskland, hevur tó boðað frá, at landið fer at umhugsa sína luttøku í Eurovision, um Ísrael verðir útihýst. Danska DR hevur boðað frá, at Danmark framhaldandi ætlar at luttaka í Eurovision.

Les eisini: Ísrael sleppur at halda fram í Eurovision

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder