Ísrael sleppur framvegis at luttaka í altjóða Eurovision-sangkappingini, og verður landið sostatt við næsta ár, boðar European Broadcasting Union (EBU), sum skipar fyri kappingini, frá.
Luttøkan hjá Ísrael hevur elvt til nógv kjak orsakað av krígnum í Gaza, og hava fleiri áheitanir verið um at blaka Ísrael úr kappingini.
Eisini hava onnur luttakandi lond hótt við at boykotta kappingini, annaðhvørt um Ísrael sleppur at luttaka, ella um Ísrael verður blakað út.
Sjónvarpsrásir í Niðurlondum, Írlandi, Spania og Slovenia hava boðað frá, at tey ikki fara at luttaka, og fara tey heldur ikki at vísa kappingina, skrivar Ritzau.
M.a. Ísland er eisini komið við líknandi hóttan. Danska DR hevur tó ongar ætlanir um at droppa kappingina, sum eftir ætlan verður hildin í eysturríkska høvuðsstaðnum Wien í mai.
Í Ísrael fegnast tey um avgerðina hjá EBU.
Ísraelski forsetin, Isaac Herzog sigur seg vóna, at Eurovision framvegis fer at fremja mentan, tónleik og vinalag millum tjóðir.
Á hvørjum ári hyggja fleiri enn 160 milliónir fólk eftir Eurovision sangkappingini, sum upprunaliga varð sett á stovn fyri at skapa samanhald aftaná seinna heimsbardaga. Sangkappingin byrjaði í 1956, og hevur hon sostatt 70 ár á baki.
Tveir føroyingar hava luttikið í kappingini í Danmark. Talan er um Reiley og Sissal, sum umboðaðu Danmark í ávikavist 2023 og 2025.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald