Uttanlands

Evo Morales ákærdur fyri at eggja til harðskap og yvirgang

Tað er fyribilsstýrið í Bolivia, sum hevur ákært fyrrverandi forsetan

Evo Morales (Mynd: EPA)

Evo Morales (Mynd: EPA)

2019-11-23 11:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyribilsstýrið í Bolivia hevur ákært fyrrveranda forsetan, Evo Morales, fyri at eggja til harðskap og yvirgang.

Orsøkin er, at Morales skal hava heitt á mótmælisfólkini um at halda fram við at blokera vegir.

Tað er innlendismálaráðharrin, Arturo Murillo, sum hevur kært málið, og ynskir hann, at Morales fær harða revsing fyri at eggja til harðskap og yvirgang, skrivar Ritzau.

Morales leitaði sær friðskjól í Meksiko, eftir at hann legði frá sær 10. november. Verður hann dømdur, kann hann fáa upp í 30 ára fongsulsrevsing.

Býurin La Paz, har stýrið hjá Bolivia heldur til, hevur í fleiri vikur verið plágað av mótmælum. Eitt nú hava mótmælisfólkini blokerað vegir, og hevur hetta við sær, at fólkið í økinum mangla bæði mat og brennievni.

Í løtuni roynir kongressin í Bolivia eisini at fáa semju um, nær nýval skal vera í landinum.

Les eisini: Sitandi forsetin í Bolivia lovar at útskriva nýval

Tað var úrslitið av seinasta valinum 20. oktober, sum fekk mótmælisfólkini út á gøturnar. Evo Morales segði seg hava vunnið valið, men andstøðan ákærdi hann fyri valsvik. At talan var um valsvik varð síðani váttað av felagsskapinum OAS (Organization of American States).

Fyrst lovaði Morales, at hann skuldi útskriva nýval, men stutt eftir legði hann frá sær sum forseti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder