Uttanlands

Sitandi forsetin í Bolivia lovar at útskriva nýval

Andstøðupolitikarin Jeanine Anez, sum er vorðin sitandi forseti, eftir at Evo Morales legði frá sær, hevur 90 dagar til at útskriva nýval

Jeanine Anez (Mynd: AP)

Jeanine Anez (Mynd: AP)

2019-11-12 15:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin legði Evo Morales frá sær sum forseti í Bolivia eftir fleiri vikur við ófriði í landinum. Evo Morales, sum var forseti í næstan 14 ár, er í dag ávegis til Meksiko, har hann hevur fingið friðskjól, skrivar Jyllands-Posten.

Les eisini: Forsetin í Bolivia lagt frá sær

Andstøðupolitikarin og næstformaðurin í senatinum, Jeanine Anez hevur síðani tikið yvir sum sitandi forseti, og hevur hon lovað fólkinum, at hon fer at útskriva nýval.

Sambært stýrisskipanini í Bolivia, skal sitandi forsetin útskriva val innan 90 dagar.

Orsøkin til, at Anez er vorðin sitandi forseti er, at bæði varaforsetin og formaðurin fyri senatið løgdu frá sær saman við Morales.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder