2020-11-19 14:09

Eyðbjørn Thomsen heldur fram sum borgarstjóri í Sumbiar kommunu. Tað er greitt eftir at nývalda bygdaráðið í kommununi skipaði seg mikukvøldið.
Á kommunuvalinum fekk Eyðbjørn Thomsen næstflestar atkvøður – 65. Toppskorarin var Halltóra Joensen við 71 atkvøðum. Hon verður varaborgarstjóri.
Tey, ið manna nýggja kommunustýrið í Sumbiar kommunu, eru hesi:
- Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri
- Halltóra Joensen, varaborgarstjóri
- Jacoba í Homrum, bygdarráðslimur
- Frits Poulsen, bygdarráðslimur
- Niclas Hentze, bygdarráðslimur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald