Innanlands

Eyðgerð fingið bilin

Tað var Eyðgerð Niclasen úr Miðvági, sum vann ein Suzuki Swift Hybrid frá Berg Motors, sum varð burturlutaður í sambandi við landsinnsavningini hjá Reyða Krossi – Vinnarin heintaði bilin mikukvøldið

Eyðgerð Niclasen og Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi

Eyðgerð Niclasen og Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi

2020-11-19 13:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við landsinnsavningini hjá Reyða Krossi, sum varð skipað sum beinleiðis sjónvarpssending sunnukvøldið í farnu viku, varð ein spildurnýggjur Suzuki Swift Hybrid frá Berg Motors latin einum hepnum vinnara, ið stuðlaði innsavningini við at ringja á 905656.

Vinnarin gjørdist Eyðgerð Niclasen úr Miðvági, sum varð upprind beinleiðis í sendingini, har hon fekk at vita, at tað var hon, ið hevði vunnið.

Og bilin heintaði Eyðgerð í gjár, skrivar Reyði Krossur. Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi, tók ímóti henni og handaði henni eisini eitt blómutyssi í hesum sambandi.

Í sambandi við landsinnsavningini sunnukvøldið komu heilar 3,3 mió. krónur inn, ið er nýtt met fyri landsinnsavningina hjá Reyða Krossi í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder