Innanlands

Eyðgunn Samuelsen: Hvar er armslongdarprinsippið?

Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, heldur tað ikki vera í tráð við armslongdarprinsippið, at útpeika nevndarlimir til stýrið fyri Bústaðir, sum samstundis starvast sum fulltrúar hjá landsstýriskvinnuni. Serliga sæð í ljósinum av nýggju lógarbroytingunum, sum vórðu samtyktar fyrr í vár

– Spurningurin er, hvussu tað ávirkar armslongdarprinsippið, at starvsfólk hjá landsstýriskvinnuni sita báðumegin borðið, sigur Eyðgunn Samuelsen (Savnsmynd)

– Spurningurin er, hvussu tað ávirkar armslongdarprinsippið, at starvsfólk hjá landsstýriskvinnuni sita báðumegin borðið, sigur Eyðgunn Samuelsen (Savnsmynd)

2021-04-21 11:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er undrunarvert, at nýggi formaðurin í stýrinum fyri Bústaðir sjálvur starvast í Almannamálaráðnum, heldur Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin og fyrrverandi landsstýriskvinna við Almannamálum.

Við lógarbroytingunum, sum vórðu samtyktar fyrr í vár, verða Bústaðir og landsstýrisfólkið við bústaðarmálum – í hesum føri Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, bundin tættari saman, og Eyðgunn Samuelsen undrast á, hvussu tað fer at ávirka armslongdarprinsippið, at ein fulltrúi í Almannamálaráðnum eisini er formaður í stýrinum fyri Bústaðir.

Les eisini: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur valt nýtt stýri fyri Bústaðir

Málið varð tikið upp í Degi og Viku í gjárkvøldið. Tá vístu bæði landsstýriskvinnan og nýggi formaðurin á, at tað ikki áður hevði verið nógv mál um Bústaðir, sum hava verið kærd til landsstýrið.

Eisini søgdu tey bæði, at tey ikki hildu tað vera nakar trupulleiki, at formaðurin í nevndini hjá Bústøðum eisini starvast hjá Almannamálaráðnum. Eisini varð boðað frá, at nýggi formaðurin er fluttur á eina aðra deild í Almannamálaráðnum, sum einki hevur við bústaðarviðurskifti at gera.

Eyðgunn Samuelsen hevur kortini sent Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur fyrispurning um málið.

Tingkvinnan vil hava at vita, hvørjar fortreytir landsstýriskvinnan hevur lagt dent á, tá hon hevur útpeikað nevndarlimir, og um hon sjálv metir tað vera í tráð við armslongdarprinsippið at hava ein nevndarformann, sum samstundis er fulltrúi hjá landsstýriskvinnuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder