Tey blivu gift við fyrsta eygnabráð í donsku sendirøðini "Gift ved første blik" hjá Danmarks Radio. Fyrsti partur gjørdist tøkur fyri einum mánað síðani.
Danin Martin Dirch Brodersen, sum nú býr í Danmark, men sum í nógv ár hevur búð í Havn, var ein av luttakaranum. Í byrjanini av sendirøðini bleiv hann giftur Pernille Mikkelsen. Men nú, tá tey hava verið gift í ein mánað, hava tey valt at trekkja seg.
Pernille gjørdi rættiliga skjótt greitt, at hon ikki ynskir at búgva saman við einum manni aftur, men hinvegin greiðir Martin frá, at hann hevur tørv á at búgva saman við maka sínum.
Í nýggjasta partinum, sum gjørdist tøkur í gjár, koma kenslurnar av álvara fram. Martin hevur bjóðað Pernille til døgurða við hús fyri at fáa greiðu á hjúnabandinum.
Men tað endar við kegli og at Martin slær nevan í borðið. Eitt slag, sum Martin Brodersen angraði beinanvegin.
(Mynd: DR)
- Tað var als ikki meiningin og sjálvandi ikki í lagi - og sum man sá, bað eg eisini um umbering frá Pernille beint aftaná, sigur hann við BT, og greiðir frá, at tað var mátin hon tosaði uppá, sum fekk hann at reagera.
Tilsamans fimm pør eru við í "Gift ved første blik", og nú aftaná sjey partar og ein mánað giftu, eru trý eftir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald