Mentan

“Eygleiðingar” í Smiðjuni í Lítluvík

Edith Mørkøre sýnir fram málningar í Smiðjuni í Lítluvík í døgunum 2. til 6. desember

2022-11-28 13:09 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í døgunum 2. til 6. desember hevur listakvinnan Edith Mørkøre listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.

Í løtuni leggur Edith Mørkøre seinastu hond á verkini sum vera sýnd fram, og framsýningin hevur fingið heitið ”Eygleiðingar”.

Á framsýningini er serliga talan um málningalist. Fernisering verður, sum áður nevnt, 2. desember, klokkan 16. Tá fer listakvinnan at greiða frá evninum og arbeiðinum í sambandi við framsýningina. Á skránni er eisini tónleikaframførsla, og borðreitt verður við onkrum góðum til góman, sigur listakvinnan í tíðindaskrivi.

Edith er autodidakt listafólk og hevur seinastu mongu árini havt listina, sum sítt høvuðs­starv. Hon hevur við jøvnum millumbili havt listaframsýningar her heima og uttanlands. Við síðuna av sínum egna listarliga arbeiði, samskipar Edith m.a. listarlig tiltøk og undirvísir innan skapandi tøkni hjá LITBRIGDI. Eisini hevur hon listprýtt bókaútgávur og annað.

– Eygleiðingar úr mínum “dagliga lívi” her heima í Føroyum - og higani út í heim.
Heimurin sær annarleiðis út í dag, í mun til fyri stuttari tíð síðani. Broytingar og ósvaraðir spurningar standa fyri framman, bæði fyri tann einstaka og fyri fjøldina. Hetta fær meg at seta spurningar, endurspegla støður og leita fram til loysnir. Tað er tað, sum hevur givið íblástur til myndaevnini á hesari framsýningini, sigur Edith Mørkøre.

Framsýningin hevur opið soleiðis:

  • Fríggjadagin 2. des frá kl. 16.00 til kl. 19.00
  • Leygardagin 3. des frá kl. 12.00 til kl. 18.00
  • Sunnudagin 4. des frá kl. 14.00 til kl. 18.00
  • Mánadagin 5. des og týsdagin 6. des frá kl. 12.00 til kl. 18.00
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder