Mentan

‘Eygu míni’ - Einangran við nýggjum staklagi

Triðja staklagi av komandi plátuútgávuni, sum væntandi verður klár í summar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-02-14 09:56 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sangduo’in Einangran er aftur klár við nýggjum staklagi ,“Eygu míni”, frá teirra komandi plátu. 

Heiðrik á Heygum og Lea Kampmann eru sangarar og sangskrivarar, ið sótu føst í somu íbúð í Keypmannahavn í fýra mánaðar, tá koronasóttin legði landið lamið í mars 2020.

Úrslitið av samstarvinum varð EP´in, "Einangran" har lagið "Kanska" gjørdist ein landaplága í Føroyum og vann heiðurslønina fyri besta lag á FMA 2020.

Nú eru tey so aftur við einum nýggjum staklagi ið kallast, Eygu míni, ið tey hava skrivað. Sangurin snýr seg um eitt evni, vit føroyingar ivaleyst allir kenna til, arvað skomm. Tað, ikki at vilja vera dømdur fyri, hvørjari familju ein kemur frá, men heldur ynskir at verða sæddur sum einstaklingur.

Dreymakenda framleiðslan er gjørd av navnfamu framleiðarunum, Janusi Rasmussen, ið m.a. er kendur frá Byrta og Kiasmos, og Sakaris Joensen, ið er kendur sum einstaklingatónleikari undir egnum navni, og sum framleiðari fyri t.d. Frum og Frostfelt.

Hettar er triðja lagi tey geva út frá eini heilari plátu, ið tey arbeiða við í løtuni, og sum eftir ætlan kemur út móti summri í ár.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder