Innanlands

Eyka tunnilsdagur leygardagin

Í sambandi við at Eysturoyartunnilin letur upp fyri ferðslu verður frítt at koyra í hinum báðum undirsjóvartunnlunum

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2020-12-16 13:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit ynskja øllum føroyingum tillukku við Eysturoyatunlinum. Í samband við at Eysturoyartunnilin letur upp fyri ferðslu leygardagin 19. desember, verður ein eyka tunnilsdagur í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum har einki gjald verður tikið fyri at koyra frá kl. 06 leygarmorgun til 06 sunnumorgun.

Hesum boðar Tunnilsfelagið frá í dag á heimasíðuni tunnil.fo.

Leygardagurin verður ein serligur dagur í føroyskari tunnilssøgu, og Tunnilsfelagið hátíðarheldur tað við enn einum tunnilsdegi - ein slíkur var eisini leygardagur. 

Les eisini: 
Drive-in tunnilstiltak á Toftum leygardagin
Verður aftur koyrandi alt samdøgrið í Norðoyðatunlinum um jólini


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder