Eftir siglingina fríggjadagin fór Smyril úr siglinignini um Suðuroyarfjørð, og nógv umtalað avloysaraskipið Prince fór í sigling leygarmorgunin
Ruðulleiki á Krambatanga: Nógv sluppu ikki við Prince
Smyril er síðani farin til Odense, har skipið frá 2005 í dag fer í dokk. Dokkingin kostar tó meira enn peningur er til á fíggjarlógini til endamálið, skrivar Kringvarpið.
26 milliónir vóru á fíggjarlógini í ár til dokkingina, umvælingina og viðlíkahaldi av Smyrli og leiganina av Prince. Kostanðurin fyri hetta er tó eina hálva millión undir 30, so Løgtingið noyðist at játta 3,5 milliónir afturat til Strandfaraskip Landsins/Smyril.
Nýggju løgtingslimir skulu viðgera eitt uppskot um eykajáttan til Smyril, tá komið verður saman um ein tíma - klokkan 10.
Sambært KVF skulu hesar 3,5 milliónirnar afturat til fyri at fáa Smyril aftur til Føroyar og í sigling. Hetta hava Strandfaraskip Landsins váttað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald