Innanlands

Ruðuleiki á Krambatanga - nógv sluppu ikki við Prince

Smyril tekur næstan túsund ferðafólk - Prince bara 365 fólk. Fleiri stóðu tí eftir tá ferjan loysti av Krambatanga í kvøld. Næsti túrur er í morgin árini

(Mynd: Miðlabreytin á Tvøroyrar skúla)

(Mynd: Miðlabreytin á Tvøroyrar skúla)

2019-09-22 18:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað eru ikki hissini orð, sum avloysaraskipið Prince og Strandferðslan fáa omanyvir seg á sosiala miðlunum Facebook í kvøld.

Tá Prince loysti av Krambatanga og setti kósina til Havnar um 17 tíðina seinnapartin, vóru tað bæði bilar og fólk, sum stóðu eftir. Eisini fótbóltslið, sum hava verið í Suðuroynni og spælt, og sum ætlaðu sær heim aftur í dag. Hetta elvdi sum skilst til ruðulleika á keiini, tí fólk vóru sum vera man ónøgd við støðuna.

Sambært Strandferðsluni tekur Prince 250 bilar í mun til 200, sum Smyril tekur. Hinvegin tekur ferjan væl færri ferðafólkum, tí bara pláss er bara fyriu 365 ferðafólkum umborð í mun til 974 á Smyrli.

Næsti túrurin hjá Prince av Krambatanga er í morgin árini klokkan 7.

Les eisini: Umborð á Prince skal vesipappírið í skrellispannina

Les eisini: Myndir: Soleiðis sær út á Prince

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder