2022-12-20 08:29
Teimum, sum ikki untust at fáa eitt atgongumerki til konsertina í Reinsarínum 29. desember við systkinunum Guðrið Hansen, Bjarka Hansen og Fróða Hansen, fáa nú ein nýggjan møguleika.
Tí nú er avgerð tikin um at hava eina eykakonsert fríggjakvøldið 30. desember.
Bjarki, Fróði og Guðrið hava hvør sín bólk afturat sær, umframt at tey enda kvøldið við at framføra saman.
Áhoyrararnir kunnu vænta sær eina fjølbroytta konsertuppliving.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald