Innanlands

Eykatúrar um Skopunarfjørð og avlýstir túrar um Nólsoyarfjørð

Av tí at Hasfjord fyribils er tikin úr sigling, eru tillagingar gjørdar á nøkrum leiðum hjá Strandferðsluni. Hetta merkir millum annað, at Ternan siglir eykatúrar á leið 60, og at tveir túrar á Nólsoyarleiðini fyrrapartin eru avlýstir

Ternan er í løtuni í sigling um Skopunarfjørð (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Ternan er í løtuni í sigling um Skopunarfjørð (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2022-05-11 07:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Strandfaraskipið Hasfjord hevur havt ymiskar trupulleikar síðstu vikuna. Í gjár fekk Hasfjord eitt traktordekk um skrúvuna, tá leggjast skuldi at í Skopun. Girið fekk eisini skaða, og tað er ivasamt, júst nær Hasfjord, ið millum annað siglir við farmi, fer aftur í sigling.

Hetta hevur millum annað við sær, at eingin sigling er á leið 85, og at eykatúrar verða gjørdir á leið 60. Eykatúrarnir um Skopunarfjørð í dag og í morgin verða: Gamlarætt - Skopun 08:45 og 14:30 og Skopun - Gamlarætt 09:15 og 15:15.

Tað er Ternan, sum í løtuni siglir um Skopunarfjørð. Hon avloysir Teistan, sum mánadagin fór á beding. Hetta merkir, at Erla Kongsdóttir er á Nólsoyarleiðini, men orsakað av íkomnu støðuni skal  Erla Kongsdóttir avloysa við siglingini millum Gomlurætt og Hest fyrrapartin. Harvið eru túrarnir av Tórshavn klokkan 09:30 og úr Nólsoy klokkan 10:30 fyribils avlýstur, sambært Strandferðsluni.

Fult yvirlit sæst á ssl.fo



 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder