Innanlands

Hasfjord fekk eitt traktordekk um skrúvuna

Hetta hendi inni í havnini í Skopun fyrr í dag, og tað hevur við sær, at skipið ikki fer at í sigling í dag, og at Ternan nú er í gongd við eyka faramtúrar

Girið hjá Hasfjord hevur eisini fingið skaða

Girið hjá Hasfjord hevur eisini fingið skaða

2022-05-10 15:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir at eitt brek kom á fremra portrið á Hasfjord hósdagin, sum órógvaði siglingina um Skopunarfjørð, var strandfaraskipið ikki í sigling í nakrar dagar. Í gjár bar aftur til, men í dag eru aftur trupulleikar við Hasfjord.

Les eisini: Ruðuleiki valdar á Sandoyarleiðini

Strandfaraskip Landsins hevur seinnapart staðfest, at Hasfjord í dag hevur fingið eitt traktordekk um skrúvuna inni í havnini í Skopun.

Tað var fyrrapartin, at tað hendi.

- Tað er tó eydnast at fáa dekkið av og verður skipið nú kannað, áðrenn tað kann fara í sigling aftur

Strandferðslan hevur eisini upplýst fyri Kringvarpinum, at girið eisini hevur fingið skaða, og tað er nú eisini greitt, at Hasfjord ikki fer í sigling aftur í dag. Nærri kunning víðvíkjandi siglingini í morgin, mikudagin, skrivar ssl.fo.

Hetta ávirkar nakað á Skopunarleiðini, har Ternan og ikki Teistin í løtuni røkir siglingina. Ternan ger í løtuni eyka farmatúrar, orsakað av støðuni.




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder