Innanlands

Eysturkommuna: Nú er aftur møguleiki at melda seg til Ung í arbeiði

29. juni til 10. juli verður møguleiki hjá teimum, sum júst eru liðug við 9. flokk, at arbeiða átta tímar um dagin. Arbeiði inniber at fríðska um í kommununi

(Mynd: Eysturkommuna)

(Mynd: Eysturkommuna)

2020-05-19 20:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og undanfarin ár bjóðar Eysturkommuna næmingum, sum búgva í kommununi og hava gingið í 9. flokki hetta skúlaárið, arbeiði í tvær vikur.

Heimasíðan hjá kommununi skrivar, at Ung í arbeiði er fyri tey, sum hava gingið í 9. flokki hetta skúlaárið, og tey sleppa til arbeiðis í tvær vikur í tíðarskeiðinum frá 29. juni til 10. juli. Arbeiðstíðin er átta tímar um dagin, fimm dagar um vikuna.

Møtt verður klokkan 8:00 í kommunufjósinum í Syðrugøtu, og arbeiði innber at fríðka um í kommununi: At lúka, sópa gøtur, mála, rudda o.s..fr.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder