2021-01-10 19:57

Í tíðarskeiðnum týsdagin 12. januar til týsmorgun 19. januar er Eysturoyartunnilin stongdur frá klokkan 19 á kvøldi til klokkan sjey morgunin eftir.
Hetta er orsakað av, at arbeitt verður í tunnlinum hesar næturnar, verður boðað frá á tunnil.fo.
Meðan tunnilin er stongdur verður sostatt ikki møguligt at koyra í tunnlinum.
Í dag er seinasti dagur, at Eysturoyartunnilin, sum lat upp fyri almenninginum 19. desember, er ókeypis. Frá á midnátt skulu øll akfør gjalda fyri at koyra gjøgnum tunnilin.
Les eisini: Nú fer tað at kosta at koyra gjøgnum tunnilin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald