Minni enn tveir mánaðir eru farnir, síðan Eysturríki fekk ein nýggjan kanslara, men líkt er til, at landið skjótt skal hava nýggjan stjórnarleiðara enn einaferð.
Eysturríkski kanslarin, Alexander Schallenberg, sum hevur verið kanslari, eftir at Sebastian Kurz legði frá sær 11. oktober, ætlar nevniliga eisini skjótt at leggja frá sær, skrivar DR.
Í dag boðaði Sebastian Kurz frá, at hann gevst í politikki og sostatt fer frá sum formaður í konservativa flokkinum ÖVP, og Schallenberg heldur, at stjórnarleiðarin og formaðurin í størsta flokkinum í Eysturríki eigur at vera ein og sami persónur, sigur hann.
Tað vóru ákærur um mutur, sum vóru orsøkin til, at Sebastian Kurz legði frá sær, og Alexander Schallenberg yvirtók embætið.
Les eisini: Sebastian Kurz gevst í politikki
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald