Innanlands

Fáa koronupass innan stutta tíð

Sjúkrahúsverkið og Smyril Line eru í ferð við at menna eina talgilda koppsetingarkvittan, og ætlanin er, at hon við tíðini skal lúka altjóða treytir, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-04-12 11:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sjúkrahúsverkið er í ferð við at menna eina talgilda koppsetingarkvittan, sum fólk kunnu fáa, tá tey eru liðugt koppsett fyri koronu. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum í svari til fyrispurning hjá Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin.

Talan er um eina kvittan, sum kann fáast sum PDF at skriva út ella leggja í AppleWallet. Seinni í apríl verður kvittanin væntandi eisini tøk til fartelefonir, sum brúka Android, tá fyritøkan Google er liðug við arbeiðið at gera eitt "standard koronupass" til teirra wallet, sum skal nýtast altjóða.

Sjúkrahúsverkið samstarvar við Smyril Line um at menna hesa sonevndu koronukvittanina.

Smyril Line hevur ment báðar bókingarskipaninar, sum Sjúkrahúsverkið brúkar í sambandi við koronukanningar og koronukoppseting, og eru skipanirnar sniðgjørdar soleiðis, at tær kunnu senda út kvittan – ávikavíst um ein er staðfestur negativur fyri koronu ella liðugt koppsettur. Tí er í løtuni upplagt at arbeiða víðari við hesum loysnum, og Sjúkrahúsverkið metir, at hendan kvittanin kann brúkast sum eitt slag av koronupassi á sama stigi sum tað, ið er tikið í nýtslu í Danmark, sigur landsstýrismaðurin.

Koppsetingarkvittanin er persónlig og inniheldur upplýsingar um navn, upplýsingar um koppingarevni, og nær viðkomandi hevur fingið koppsetingina. Somuleiðis hevur hvør kvittan eina serstaka QR-kotu, sum kann skannast av t.d. flogfeløgum og øðrum og váttast í skipanini hjá Sjúkrahúsverkinum.

Føroysku stjórnarráðini hava eisini samskift við bæði danskar myndugleikar og fólk úr ES um møguleikar fyri at fáa eitt altjóða góðkent koronupass til føroyingar, upplýsir Kaj Leo Holm Johannesen.

– Eitt slíkt koronupass skal lúka nakrar treytir og standardir, sum ES-londini seta, og okkum kunnugt verður talan um eina skipan við nationalum loysnum við sínámillum góðkenning. Vit hava eisini fingið kunning um, at ein slík skipan neyvan verður klár fyrr enn seint í juni.

Eisini hava føroysku stjórnarráðini samskift við IATA, altjóða felagsskapurin fyri flogfeløg, har m.a. Atlantic Airways og SAS eru limir. Felagsskapurin er farin at menna eina talgilda loysn – IATA Travel Pass – sum loyvir ferðandi, flogfeløgum og myndugleikum at goyma og eftirkanna váttanir um koronakanningar og koppsetingar umframt at miðsavna myndugleikakrøv í sambandi við ferðing.

Samskifti er við IATA um at fáa førysku loysnirnar fevndar av IATA Travel Pass, tá ið tann skipanin er klár, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum.

– Samanumtikið síggja vit fyri okkum, at arbeiðið við koronapassinum kann gerast í stigum. Innan heilt stutta tíð verður koppsetingarkvittanin hjá Sjúkrahúsverkinum klár at taka í nýtslu og kann beinanvegin brúkast innanlands. Næsta stig er at fáa talgildu loysnina góðkenda í Ríkisfelagsskapinum, og í hesum sambandi kunnu vit nevna, at í næstu viku verður fundur millum Sjúkrahúsverkið, Finansministeriet og Digitaliseringsstyrelsen um hesi viðurskifti.

– Tað er avgjørt ætlanin, at koppsetingarkvittanin við tíðini fer at lúka altjóða treytir og hevur teir standardir, sum krevjast fyri at verða góðkent sum eitt talgilt koronupass, sum spyrjarin eftirspyr. Ilt er at siga neyvt, nær hetta verður klárt, men málið er, at føroyingar koppsettir í Føroyum, hava eitt talgilt koronupass, sum lýkur ES-standardir, tá skipanin hjá ES verður sett í verk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder