Innanlands

Fáa næstan átta prosent í lønarhækking

Partarnir skrivaðu undir semingsuppskot fyri løtu síðan. Sáttmálin er galdandi í eitt ár

Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum (Mynd: Starvsfelagið)

Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum (Mynd: Starvsfelagið)

2024-11-08 12:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Starvsfelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið hava fyri løtu síðan skrivað undir semingsuppskot.

Talan er um ein eitt árs sáttmála. Semingsuppskotið gevur limunum í Starvsfelagnum eina lønarhækkan upp á 7,65 prosent yvir eitt ár. 1. oktober í 2024 hækkar lønin við 4,75 prosentum, og 1. apríl 2025 hækkar lønin 2,9 prosent, segði Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, við útvarpið á middegi.

Eisini eru undantøk í sambandi við verkfallsstøðu formaliserað.

Sáttmálin gongur út 1. oktober 2025.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder