2020-05-11 12:41
Eingi kanningarúrslit verða almannkunngjørd í dag, sigur Heilsumálaráðið.
Orsøkin er, at so fáar kanningar vórðu gjørdar í gjár, og tí verða úrslitini almannakunngjørd í morgin í staðin.
Almennu tølini vísa sostatt framvegis, at 8.450 kanningar eru gjørdar, at eingin er smittaður í løtuni, og at eingin er í sóttarhaldi.
Næstu ferð nýggj kanningarúrslit fyri korona verða almannakunngjørd verður sostatt um middagsleitið týsdagin 12 mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald