2020-04-20 07:40
Í morgun hevur Heilsumálaráðið eingi nýggj kanningarúrslit at kunngera í sambandi við korona.
Í gjár varð boðað frá, at ein tilburður afturat var staðfestur – tann fyrsti síðan 6. apríl. Um nakar tilburður er komin afturat, verður kunngjørt í morgin.
Les eisini: Ikki smittaður í Føroyum
Heilsumálaráðið boðar frá, at av tí at so fáar kanningar vórðu gjørdar í gjár, verða nýggju úrslitini ikki kunngjørd fyrr enn í morgin, 21. apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald