Uttanlands

Fabrikk í Belgia fyribils stongd

Fleiri hundrað tilburðir av salmonella eru settir í samband við fabrikkina hjá Ferrero í belgiska býnum Arlon sum framleiðir sjey prosent av allari Kinder-sjokulátu í heiminum

2022-04-09 16:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í vikuni afturkallaði Fødevarestyrelsen Kinder-egg, av tí at vandi er fyri salmonella í vøruni.

Fleiri hundrað tilburðir av salmonella eru sett í sambandi við eina fabrikk hjá Ferrero, sum framleiðir Kinder-eggini. Fabrikkin er í Arlon í Belgia, og hava lokalu myndugleikarnir valt at steingja hana fyribils.

Fabrikkin verður latin uppaftur, tá hon yvirheldur øll krøv í sambandi við matvørutrygd.

– Tað er ongantíð lætt at taka eina skjóta avgerð, men umstøðurnar gjørdu tað neyðugt. Matvørutrygdin má ongantíð forsømast, sigur David Clarnival, belgiskur ráðharri í landbúnaðarmálum sambært Ritzau.

Fabrikkin í Arlon framleiðir sjey prosent av allari Kinder-sjokulátuni í heiminum. Eisini framleiðir hon Nutella og Tic Tac.

Les eisini: Vandi fyri salmonella í Kinder-eggum



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder